Contact 2017-05-12T18:39:58+00:00

Hjartaliga vælkomin í Løkshøll

Løkshøll er partur av skúlanum við Løkin í Runavík. Løkshøll er karmur um mentanarligar upplivingar innan tónleik, sjónleik, konsertir og aðrar listagreinar. Møguleiki er eisini at húsa størri tiltøkum sum ráðstevnum v.m.

Talan er um eitt sera gott høli við framúrskarandi ljóð- og ljósviðurskiftum, so tí eru her dygdargóðir karmar, ið kunnu húsa sjálvt teimum mest krevjandi tiltøkunum.

Løkshøll er 400 fermetrar stór. Tað ber til at hava slætt gólv ella teleskoptribunu. Tá tribunan er frammi, eru 305 sitipláss. Beint við síðuna av Løkshøll er ein matarhøll á 170 fermetrar. Hinumegin liggur tað 480 fermetur stóra bókasavnið hjá skúlanum, sum eisini virkar sum býarbókasavn. Skúlin við Løkin hevur 18 skúlastovur og 34 ymisk onnur høli.

Leiga av Løkshøll

Ætlar tú at skipa fyri einum tiltaki av einum hvørjum slag, ber til at leiga Løkshøll!
Leiguprísurin valdast tiltakið
– hvat tiltak tað er,
– hvussu langt tað er,
– hvussu nógv rúm skulu brúkast (matarhøll, skúlastovur o.s.fr.)
– hvussu nógv útgerð og teknikkur skal brúkast.

Leiguprísir fyri Løkshøll

PAKKI 1

5.000

kr.

Fyrilestur

Minikonsert

PAKKI 2

8.000

kr.

Fyrilestur við Pallborði

Konsert við einum bólki

PAKKI 3

11.000

kr.

Ráðstevna

Stór konsert við fleiri bólkum

PAKKI 4

15.000

kr.

Stór konsert við sløttum gólvi

Stórt tiltak (stevnur o.l) yvir fleiri dagar, har størri partur av skúlanum verður brúktur.

Leiguprísir fyri matarhøllina í skúlanum

PAKKI 1

1.250

kr.

Leiga matarhøllina

bert hølið

PAKKI 2

1.500 

kr.

Leiga matarhøllina

Við ljóð og AV-teknikki (teldu og uppvørpu)

PAKKI 3

1.000 

kr.

Leiga matarhøllina

afturat Løkshøll

Leiguprísir fyri Bókasavnið

Øll vanlig nýtsla av bókasavninum er ókeypis, eisini um hølið verður nýtt til privatar fundir o.t. Er talan um alment tiltak eru prísirnir hesir:

PAKKI 1

1.250

kr.

Leiga bókasavnið

bert hølið

PAKKI 2

1.500 

kr.

Leiga bókasavnið

Við ljóð og AV-teknikki (teldu og uppvørpu)

PAKKI 3

1.000 

kr.

Leiga bókasavnið

afturat Løkshøll

Eru serlig ynski, sum ikki kunnu bólkast undir hetta yvirlitið, verður funnið fram til ein passandi prís.

Billettsøla á netinum

Løkshøll hevur eina billettskipan, har tey, sum ætla sær til eitt tilak kunnu keypa atgongumerki á heimasíðuni www.loksholl.fo ella á kunningarstovuni í Runavík. Kostnaður fyri billetsølu á netinum er 10,- pr selt atgongumerki.

Hjartaliga vælkomin í Løkshøll – Menning gjøgnum upplivingar ®

Fyrispurningar til Løkshøll

[recaptcha]

Bústaður

Rókavegur 1
FO-600 Runavík

Teldupostur

loksholl@loksholl.fo

Telefon

Bárður +298 221328
Ásbjørn +298 222401

Facebook

Fá samband við okkum umvegis okkara facebook síðu. Har kunnu tit, umframt at lesa um komandi tiltøk, fáa tey allarfeskastu tíðindini.